Taptu greitt fyri Estlandi í EM-undankappingini

Estland livdi upp til stóra favorittleiklutin og vann 3-0 í EM-undankappingardystinum á Hálsi

Mynd: FBF

Føroyska manslandsliðið í flogbólti stríddist manniliga men kundi ikki gera tað stóra móti estisku yvirmaktini í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn í gjárakvøldi.

 

Estland vann dystin greitt 3-0, og settmunurin var so greiður sum 25-11, 25-7 og 25-15. 

 

Í undanbólki C hevur Belgia fimm stig, Estland hevur fýra stig, meðan Føroyar einki stig hava, og hava enn til góðar at vinna fyrsta settið.

 

Komandi leygardag klokkan 16 spæla Føroyar á útivølli í Estlandi. 

 

Føroyar spæla aftur í høllini á Hálsi, sunnudagin 21. august klokkan 17. Tá verður Belgia mótstøðuliðið. Føroyar taptu greitt 0-3 fyri Belgia á útivølli.

 

Hetta er fyrstu ferð Føroyar taka lut í einari EM-undankapping skipað eftir hesum leistinum. 

 

 

 

Mynd: FBF