Taptu greitt: Aserbadjan revsaði Føroyar

Føroyar skaptu eina rúgvu av málmøguleikum, men fingu ein frammaná frá ískøldum mótstøðumonnum.

Tað manglaðu ikki føroyskir málmøguleikar, tá ið Føroyar í kvøld spældi ímóti Aserbadjan í Nations League á Tórsvølli, men av tí at tað í stóran mun manglaði hepni og neyvleiki, so endaði tað við einum frammaná.


Føroyar var greitt betra liðið fyrstu góðu løtuna av dystinum og kom fram til fleiri góðar málmøguleikar, men beint ímóti leikgongdini var tað Aserbadjan, sum tók av sínari fyrstu líkinda málroynd eftir lítlum hálvum tíma. Tað var brasilskt-føddi Richard Almeida, sum potaði bóltin í málið til 1-0 til Aserbadjan eftir at Gunnar Nielsen ikki megnaði at halda einum fløtum innleggi.


Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og hóast Føroyar aftur vóru omaná fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, so var tað Aserbadjan, sum aftur gav okkum undirvísing í hvussu ein tekur av málmøguleikum. Hesaferð var tað Dimitri Nazarov, sum við góðum skoti av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið til 2-0.


Føroyar høvdu hópin av møguleikum at koma inn aftur í dystum, men skot á tvørtræið og ruddingar av málstrikuni prógvaðu væl hvat hetta var fyri ein dagur hjá føroysku leikarunum. Hinvegin fekk Aserbadjan eitt triðja mál umvegis eitt brotsspark, sum íkom eftir eina ov spakuliga afturlegging frá Viljormi Davidsen til Gunnar Nielsen, sum feldi ein mótstøðuleikara. 3-0 til Aserbadjan var úrslitið.


Sigurin hjá Aserbadjan í dag hevur við sær, at teir strúka framvið Føroyum og eru nú nummar tvey við fimm stigum. Føroyar eru á triðja plássi við trimum stigum, meðan Kosovo, sum í kvøld vann 3-1 á Malta, er oddalið við sjey stigum. Úrslitini í kvøld hava við sær, at Føroyar hava knívin á barkanum og mugu vinna á Kosovo á Tórsvølli sunnudagin kl.17.00.


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum ímillum Føroyar og Aserbadjan í kvøld, kann lesast niðanfyri:


Føroyar – Aserbadjan 0-3 (0-1)

0-1: Richard Almeida, 28.

0-2: Dmitri Nazarov, 67.

0-3: Richard Almeida, 86. (br.)


Liðugt: Føroyar tapa merkisvert stórt, 3-0, fyri einum ískøldum landsliði hjá Aserbadjan.


90min.: Tríggir minuttir eru lagdur afturat.


88min.: Risa møguleikar til Føroyar! Eftir innlegg rakar Atli Gregersen tvørtræið, og hálvan minutt seinni ruddar Aserbadjan burtur av málstrikuni. Nei, hepnið er ikki við føroyingum í dag.


86min.: MÁL! 3-0 til Aserbadjan! Viljormur Davidsen roynir at leggja bóltin aftur til Gunnar Nielsen, men afturleggingin gerst ov stutt, og Gunnar Nielsen fellur leikaran hjá Aserbadjan. Brotssparkið sendir Richard Almeida trygt upp undir nettakið.


83min.: Risa møguleiki til Føroyar! Í einum mótálopi spælir Jóan Símun Edmundsson bóltin til ein nærum púra leysan Brand Hendriksson, men skotroynd hansara úr góðari støðu fer beint framvið handaru stong. Ein gyltur møguleiki at koma inn aftur í dystin.


81min.: Góður møguleiki til Aserbadjan eftir hornasparksinnlegg, men Gunnar Nielsen fær labban á og bjargar hegnisliga.


79min.: 2.820 áskoðarar eru á Tórsvølli í kvøld.


78min.: Føroyar fremja eina tvífalda útskifting. Klæmint A. Olsen og Heini Vatnsdal koma inn fyri Finnur Justinussen og Hall Hansson. Finnur hevur runnið seg troyttan, meðan Hallur Hansson hevur eitt gult kort.


75min.: Gult kort til Atla Gregersen fyri eina klandurstøðu.


74min.: Viljormur Davidsen vinnur Føroyum eitt hornaspark, men málverjin hjá Aserbadjan nevar bóltin burtur.


73min.: Føroyar fremja sína fyrstu útskifting. Rógvi Baldvinsson kemur inn fyri Kaj Leo í Bartalsstovu.


67min.: MÁL! 2-0 til Aserbadjan! Gestirnir eru ískaldir. Nú taka teir aftur av einum sjáldsomum møguleika, tá ein tvørlegging endar hjá Dimitri Nazarov, sum við frálíkum skoti leggur Aserbadjan á odda 2-0.


65min.: Gult kort til René Shaki Joensen, sum steðgar lovandi álopi eftir at Føroyar av ósketni sendu Aserbadjan avstað.


64min.: Føroyar halda fram við at søkja at. Nú var tað Odmar Færø, sum steðgaði umstilling og setti ferð á frameftir. Tað var tætt við, at Føroyar kom í góða støðu.


59min.: Aserbadjan roynir seg við vandamiklum innleggi, men Gilli Rólantsson stútar burt. Hann verður í somu støðu rendur um koll og fær í løtuni viðgerð.


58min.: Eftir frísparksinnlegg og síðani hornasparksinnlegg kemur René Shaki Joensen í rímiliga støðu. Hann roynir seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer framvið málinum.


54min.: Føroyar fáa óbenleiðis fríspark í brotsteiginum, tá ið málverji teirra glíður og velur at taka bóltin upp. Tað er úr spískum, og føroyska royndin eydnast illa. Tað blívur til málspark til Aserbadjan.


50min.: Finnur Justinussen verður feldur, men málverjin hjá teimum fær eftir øllum at døma bóltin fyrst, og dómarin velur tí ikki at bríksla fyri brotssparki.


49min.: Gult kort til Dmitri Nazarov fyri at fella Hall Hansson.


46min.: Seinni hálvleikur er bríkslaður í gongd.


Hálvleikur: Gestirnir eru á odda 1-0 í hálvleikssteðginum. Føroyar hava havt flestu málmøguleikarnar, men Aserbadjan var hepnari og kaldari frammanfyri málinum í einu støðuni.


45min.: Føroyar í góðari støðu. Jóan Símun Edmundsson roynir seg úr vinstru, men Aserbadjan fær ruddað út til horna. Hornasparkið liggur ov aftarliga, og tað gav dómaranum møguleikan at bríksla til hálvleik.


45min.: Ein minuttur er lagdur afturat.


43min.: Føroyar hava havt avbjóðingar á sentrala miðvøllinum, og tað er einamest av høga trýstinum, ið Aserbadjan leggur tá Føroyar royna at byggja upp.


40min.: Gult kort! Hallur Hansson hevur gjørt fleiri fríspørk, og nú fall hamarin.


36min.: Føroyar hava verið betra liðið eftir leiðslumálið hjá Aserbadjan.


35min.: Góður møguleiki til Føroyar! Eftir drúgt og gott uppspæl sendir Viljormur Davidsen innlegg innfyri, har Finnur Justinussen er hægstur, men hann fær ikki nóg nógv undir bóltin. Málverjin bjargar til hornaspark, sum einki spyrst burturúr.


31min.: Stórur møguleiki til Føroyar! Málverjin hjá Aserbadjan fer púra skeivur av bóltinum, og tað er um reppið at Føroyar fáa potað bóltin í málið. Aserbadjan ruddar burtur av strikuni.


30min.: Gott føroyskt spæl. Hallur Hansson smekkar til við vinstra beini, og tað endar við at vit fáa hornaspark.


28min.: MÁL! 1-0 til Aserbadjan. Gott uppspæl í vinstru endar við fløtum innleggi. Gunnar Nielsen megnar ikki at halda bóltinum, og eftir eitt prik aftur til Richard Almeida er tað brasiliumaðurin hjá teimum, Richard Almeida, ið leggur Aserbadjan á odda 1-0.


27min.: Enn eitt langskot. Hesaferð er tað Gilli Rólantsson, ið roynir kanónina. Eitt sera gott skot, sum fer beint upp um málið.


23min.: Føroyar eru óansnir á miðum vølli og lata Aserbadjan sleppa í eina lítla umstilling, men aftur eru teir bráðir og smekka til úr 30 metrum. Lítið vandamikið.


20min.: Dmitri Nazarov roynir seg úr 30 metrum, men royndir er forkølað og fer væl framvið málinum.


18min.: Aserbadjan roynir seg við innleggi, og fremsti maður teirra, Rufat Dadasov, stútar úr kroystari støðu upp um málið.


16min.: Aserbadjan hevur fótað sær, og teir eru í løtuni tryggir á bóltinum. Teir hava bóltin fyri tað mesta.


13min.: Aðru skotroyndina í dystinum er eisini føroysk. Finnur Justinussen leggur bóltin hegnisliga av til Brand Hendriksson, sum við first-time'ara úr 25 metrum langar til. Tað kundi verið vakurt, men bólturin fór langt upp um málið.


10min.: Føroyar hava verið greitt betra liðið fyrstu løtuna. Aserbadjan hevur nærum ikki fingið spælt ein einasta bólt ímillum sín.


9min.: Fríspark til Aserbadjan í góðari støðu úti í síðuni, men innleggið kemur ikki framvið fremsta føroyinginum, René Shaki Joensen, sum ruddar burt.


6min.: Føroyar søkja aftur at. Eftir langa sending frá Atla Gregersen eru vit um at koma í nakrar góðar støður, men tað endar við, at Odmar Færø er rangstaddur.


4min.: Seinna hornasparkið er ikki vandamikið. Málspark til Aserbadjan.


3min.: Hornaspark til Føroyar. Bólturin kemur útfrá, Gilli Rólantsson langar til, men rakar ein hjá Aserbadjan og út til nýtt hornaspark.


1min.: Føroyar eiga fyrstu skotroyndina eftir einans 55 sekundum. Jóan Símun Edmundsson roynir seg úr 20 metrum, men málverjin bjargar lættliga.


1min.: Dysturin er byrjaður.


Undan dystinum: Tjóðsangirnir hava rungað, so nú er einans lítil løta til dysturin byrjar.


Undan dystinum: Skansin er sum vera mann upp á pláss og stuðlar óført longu góða løtu undan dystinum.


Undan dystinum: Tað er mjørki og regn á Tórsvølli, men annars eru fótbóltslíkindini góð – tað er ikki nógvur vindur, og tað er ikki serliga kalt.


Undan dystinum: Dómarin í dag er úr Russlandi, og hann eitur Aleksei Eskov.


Byrjunaruppstillingar


Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen


Aserbadjan: Kamran Agayev – Maksim Medvedev, Rahil Mammadov, Badavi Huseynov, Pavlo Pashayev – Gara Garayev, Richard Almeida – Mahir Madatov, Dmitri Nazarov, Araz Abdullayev – Rufat Dadasov