Ungu hondbóltsspælarararnir, Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason, hava gjørt ein vørr í týskum hondbólti, har teir saman við U16-liðnum hjá SG Flensburg-Handewitt hava spælt seg í finaluna um týska meistaraheitið.
Finaluplássið kom í hús eftir at teir og liðfelagarnir vunnu greiðan sigur ímóti Kronau/Østringen í hálvfinaluni, og nú um vikuskiftið skuldi tann fyrra av teimum báðum finalunum so spælast ímóti einum øðrum stórfelag, nevniliga Füchse Berlin.
Í hesi fyrri finaluni, sum var á útivølli, gekst tó ikki serliga væl. SG Flensburg-Handewitt tapti dystin 25-18 eftir at hava verið aftanfyri 12-9 í hálvleikssteðginum. Tískil má gongdin vendast nógv, tá ið seinna hálvfinalan verður spæld á heimavølli leygardagin.