Taptu fyrra hálvleik í stríðnum um vatnið í Lopra

Í Lopra skulu tey nú gera av, um tey vilja dóm í rættinum, ella um tey góðtaka støðuna, sum hon er

 

Vatn


Tað er føroya Landsstýrið, sum eigur rættin til vatnið, sum rennur úr Sumbiarbergholinum.

Tað niðurstøðu er Føroya Rættur komin til.

Tá ið Sumbiarbergholið ímillum Lopra og Sumba varð gjørt, kom rættiliga nógv vatn úr fjallinum og tað er síðani veitt í rør í eina á í Lopra.

Stórur áhugi hevur verið fyri vatninum at brúka til ymisk endamál, tí tað vísur seg at vera avbera gott.

Men so tók ósemja seg upp um, hvør átti vatnið.

Løgtingið samtykti, at tað var landið, sum átti rættin til vatnið og skuldi gera av, hvat tað skuldi brúkast til.

Men tað vildi lopransfólk ikki góðtaka. Hagastýrið helt fast um, at tað var hagin, sum átti rættin til vatnið og tað endaði við, at málið kom fyri rættin.

Teir rópti seg upp á eina lóg frá trýátiárunum, sum gevur grundeigaranum, haganum, rættin til at brúka ?indsøer og vandløb?.

Tann stóri spurningurin hevur verið, hvussu langt niður í undirgrundina, hesin rættur gongur, onkur hevur sagt eitt hakaskot, onnur hava aðra meining.

Og í øllum førum halda lopransfólk, at tá ið vatnið úr bergholinum rennur í eina á í Lopra, er talan um omanávatn, sum hagin hevur tættin til.


Landið eigur

Málið hevur síðani verið fyri í Føroya Rætti og síðani er tað blivið greitt, at dómarin er ikki samdur við hagastýrið í Lopra.

Í vikuni gjørdi Rætturin úrskurð, har hann gjørdi pørtunum greitt, hvat hann fór at døma, um tað kom so langt.

Og úrskurðurin gongur ikki hagastýrinum í Lopra á møti, men dómarin vildi geva teimum møguleikan at taka sakina aftur, áðrenn dómur varð feldur, so at teir einans komu at betala sín egna sakarmálskostnað.

? Skal dómur fellast í málinum, kemur hagin hinvegin eisini at betala fyri sakarmálskostnaðin hjá Landsstýrinum, sigur Jákup Joensen í hagastýrinum.

Hann sigur, at dómarin er komin til ta niðurstøðu, at hóast hagin hevur rætt til ?indsøer og vandløb? kann tað ikki økja um rættin haganum, at landið hevur gjørt eitt berghol og at vatn rennur úr tí.

Jákup Joensen sigur, at teir, sum eiga hagan, skulu nú gera av, hvat teir fara at gera.

Tvíhalda teir um, at teir vilja hava dóm í málinum, hava teir hinvegin møguleikan at skjóta dómin inn fyri landsrættin fyri at vita, um hann kemur til aðra niðurstøðu enn Føroya Rættur.