Taptu fyri Ísrael

Føroyska U-17 landsliðið í fótbólti tekur í hesum døgum lut í U-17 EM-undankapping.
Kappingin er í Skotlandi, og mánadagin leikti føroyska liðið móti Ísrael. Føroyska liðið tapti dystin 4-2, eftir at Ísrael í steðginum hevði verið á odda 3-0. Beint eftir steðgin økta Ísrael til 4-0, áðrenn Pætur Jørgensen og Kristoffur Jacobsen minkaðu um munin fyri Føroyar.