Taptu fyri oddaliðnum

Claus Bech Jørgensen spældi 74 minuttir av dystinum, tá Coventry um vikuskiftið vitjaði hjá Reading.
Coventry tapti dystin 2-0, men tað var tó ikki fyrr enn stutt fyri leiklok, at avgerðin í dystinum veruliga fall. Beint eftir steðgin hevði Dave Kitson lagt Reading á odda, og so royndi heimaliðið at dúva upp á leiðsluna. Coventry trýsti nógv, men oddaliðið megnaði at standa ímóti, og 12 minuttir fyri dystarlok kundi sami Kitson senda bóltin í kassan.
Sigurin bar við sær, at Reading nú er níggju stig undan næsta liðnum í enska League Championship. Coventry er á 17. plássinum. Seks stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.