Súni Olsen var á vøllinum seinastu 20 minuttirnar, tá FC Zwolle í hollendsku toto-deildini var við undirlutan móti Excelsoir, sum liggur á odda í deildini.
Dysturin endaði 3-0 til heimaliðið, og við hesum er tað brádliga farið at síggja heldur svart út hjá Zwolle í royndunum at vinna sær sætið longri uppi í deildini.
Í løtuni er líkt til, at seks lið fara at berjast um tey bæði plássini undir Excelsoir, og er Zwolle niðasta av hesum seks liðum, tó at munurin teirra millum ikki er hin stóri.
Ein annar møguleiki er so, at Zwolle verður ein av sonevndu periodumeistarunum. Hetta eru liðini, sum standa seg best í hvørjum fjórðingi av kappingarárinum, og sleppa hesi eisini at dystast um pláss í bestu deildini. Ein slíkan møguleiki hevði Zwolle í vár, men tá gekk av skriðuni til seinastu dystirnar.