Leygardagin spældi føroyska fótbóltslandsliðið triðja og seinasta venjingardystin á venjingarlegu í Spania.
Dysturin var ímóti svenska felagnum Kalmar. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-1 til svenska liðið. Føroyskur málskjútti var Hanus Thorleifsson.
Føroyska landsliðið tapti fyrsta dystin í Spania, spældi síðani javnt, og í dag taptu teir aftur.
Fyri framman standa nú fyrireikingar hjá spælarunum, sum skulu taka lut í steypakappingini. Formula-liðini fara í holt við sínar dystir í kappingini annað vikuskiftið.
Í Útvarpinum segði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, at hann var væl nøgdur við venjingarleguna. Bæði tí nógv venjing og tríggir dystir hava verið á skránni, og tí hann á ferðini hevur fingið møguleika at royna nýggjar spælarar og nýggjar leiklutir hjá gomlum spælarum. Eitt nú hevur Fróði Benjaminsen verið nýttur í miðverjuni saman við Rasmus Nolsøe. Sámal Joensen hevur aftur verið á miðvøllinum eftir fimm ára steðg, og eisini hevur venjarin nú sæð Tem Hansen í dysti fyri landsliðið.