Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, ásannaði eftir tapið fyri ÍF, at hansara lið ikki hevði havt ein góðan dag, men tapti fyri einum liði, sum var betri.
– Vit hava havt eitt gott tíðarskeið, men sum hesin dysturin myndaði seg, hava vit ikki somu orku, sum vit hava havt. At kalla allan dystin vóru vit ein metur aftanfyri, segði hann.
– ÍF spældi skilagott, spælararnir vóru tendraðir til dystin, og til tíðir spældi ÍF eisini sera góðan fótbólt. Vit royndu at trýsta teir ímóti endanum, men samanumtikið var sigurin hjá ÍF ikki óuppiborin.