Taptu fimmsettara ímóti Kýpros

Føroysku kvinnurnar førdu 2-1 í settum

Lagnan er ikki føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti blíð. Aftur í dag taptu okkara kvinnur fimmsettara. Hesaferð ímóti Kýpros í EM-kapping í Liktinstein.

 

Føroyska kvinnurnar førdu 2-1 í settum, men tíverri vendu kýpriotisku kvinnurnar dystinum og vunnu 3-2. Talan varð um drúgvan dyst, sum vardi 115 minuttir.

 

Føroysku kvinnurnar vunnu fyrr í dag 3-1 ímóti Liktinstein. Ígjár taptu føroysku kvinnurnar 2-3 ímóti Skotlandi.

 

3-2
KÝPROSFØROYAR
Set 1:25-22(27 min.)
Set 2:17-25(23 min.)
Set 3:17-25(26 min.)
Set 4:25-20(27 min.)
Set 5:15-7(12 min.)
Totalt :99-99(115 min.)