Av tí at Litava – eins og Føroyar – hevði tapt 0-5 og 1-4 fyri ávikavist Hollandi og Slovenia, var ein lítil vón um, at Føroyar høvdu ein møguleika at fáa okkurt burturúr, og um ikki annað vinna onkran dyst.
Men so bleiv ikki, tí litava vann samanlagt 0-5 í dystum, og tað var bara í tvímansleiki hjá monnum, at tað eydnaðist beiggjunum, Benjamin og Nikolaj Gunnarstein, at vinna eitt sett.
Teir báðir vunnu fyrsta sett 21-17, men taptu so tey bæði seinnu, 18-21 og 16-21. Í tvímansleiki hjá kvinnum taptu Føroyar 11-21 og 16-21, og í blandaðum tvímansleiki bleiv tapið 15-21 og 16-21.
Rógvi Poulsen tapti 11-21 og 14-21 í einmansleiki hjá monnum, hóast hann gjørdi sítt ítarsta ímóti einum professionellum klassaspælara, Kestutis Navickas. Og í einmansleiki hjá kvinnum tapti Sigrun Smith 15-21 og 11-21.
EM-undankappingin í bólki 1, sum hevur verið í Lendava í Slovenia um vikuskiftið, er fyrsta EM-undankapping hjá føroyska badmintonlandsliðnum nakrantíð. Samlaði vinnarin í bólkinum, sum er Holland, skal spæla EM-endaspæl í Leuven í Belgia í februar mánaði.