Taptu eisini seinasta dystin

Eins og væntað tapti føroyska landsliðið eisini seinna dystin móti Litava

 

Litava-Føroyar 29-21 (13-8)


Hóast tað eisini í sætta í seinasta landsdystinum í hesum umfarinum gjørdist um eitt tap, so gjørdist talan tó ikki um nakra avbukan av føroyska landsliðnum sunnudagin.

Átta mál vóru á muni, tá avtornaði, og hóast tað ongantíð var ein spurningurin um, hvør fór at vinna, so helt føroyska liðið seg alla tíðina inni í dystinum.

Við sigrinum tryggjaði Litava sær fremsta plássið í bólkinum, har teir annars vóru styrkismettir sum nr. trý, tá bólkarnir til undankappingina vórðu settir saman.


Føroysku málskjúttarnir í dystinum vóru:

Áki Olsen 6, Ingi Olsen 5(1), Sámal Joensen 4, Bjarni Wardum 2(1), Hans Áki Dal Christiansen 2, Halgir Dahl Olesen 1, Marius Joensen 1