Taptu dystin - vunnu FM

Flestu áskoðararnir mundu vænta, at Stjørnan endaliga fór at tryggja sær meistaraheitið sunnudagin. Soleiðis varð eisini, men tað var ikki Stjørnuni fyri at takka

Neistin-Stjørnan 21-19

(9-12)


Tá Stjørnan fyri tveimum vikum síðani vann heimadystin móti VB, mundi seinasti ivin um FM-heitið 2000 verða beindur burtur.

Gaman í, so væntaði teimum enn eitt stig, fyri at verða 100% vísar í síni søk, men grundað á góða málmunin og væntandi dystirnar, var tað tikið sum givið, at nú kundi tað altso ikki kiksa.

Seinastu stigini skuldu nokk koma, og flestu mundu vera sannførd um, at hetta gjørdist veruleiki um vikuskiftið, nú tær sunnudagin vóru á vitjan hjá Neistanum.

Neistaliðið hevur tó eisini sítt at stríðast fyri, tí tær eru ein av pørtunum í silvurstríðnum, sum hetta árið hevur staðið millum VÍF, Kyndil og Neistan. Higartil í ár hevði tó eingin ivi verið um úrslitið, tá tær høvdu roynt seg móti Stjørnuni, so tað var ikki nógv, sum bendi á, at Neistin skuldi skala tær hesu ferð.


Rannvá vardi skansan

At byrjað við var heldur ikki líkt til, at Neistin skuldi gera nakað við »næstan-føroyameistararnar«. Stjørnan fekk nevnliga betri byrjanina av teimum báðum, tó at munurin ongantíð var nakað serliga stórur millum liðini bæði.

Á pappírinum er helst einki at ivast í, at Stjørnan hevur tað betra fólkið av hesum báðum, men týdningurin av stríðsviljanum eigur ongantíð at undirmetast, og hetta hava neistakvinnurnar verið eitt gott dømi um í ár.

Soleiðis var eisini sunnudagin, tí hóast uppgávan kanska kundi tykjast heldur møtumikil, so lótu tær á heimaliðnum seg ikki ávirka av hesum, men royndu hinvegin at fáa sum mest burtur úr.

Móti endanum av fyrra hálvleiki var tað tó sum um, at Stjørnan hevði fingið takið á dystinum, og Joan, Vesna og Andrijana kundu syrgja fyri, at klaksvíkingarnir kundu fara til hálvleiks við teprari leiðslu.

Umframt tær tríggjar omanfyri nevndu, so var tað kanska mest Rannvá Andreasen fyri at takka, at Stjørnan hevði leiðsluna í steðginum. Hon hevði fleiri góðar bjargingar, og hóast avrikið hjá Helenu í hinum endanum ikki eigur at forsmáast, so rakk hetta ikki. Ikki í fyrra hálvleiki í øllum førum.


Stríddu seg til sigurs

Í seinna hálvleiki broyttist støðan nevnliga fullkomuliga, og spakuliga megnaðu neistakvinnurnar at koppa dystinum til fyrimuns fyri seg sjálvar.

Klaksvíksgenturnar fingu als ikki skjóta spælið at koyra, tí verjan hjá Neistanum forðaði hesum. Serliga ta einu løtuna miðskeiðis í hálvleikinum stóð alt í stað hjá Stjørnuni, og tá neistakvinnurnar framhaldandi sendi bóltarnir inn um ávíkavist Rannvá og Johannu, tóktist sensatiónin at koma alsamt nærri.

Stjørnan gjørdi tó enn einaferð ein vørr, og tá fimm minuttir vóru eftir at leika, var líkt til, at tær enn einaferð skuldu fara av vøllinum sum vinnarar.

Stjørnan hevði tá vunnið seg fram um 19-18, og dómaraparið hevði júst tillutað teimum eitt brotskast, men gylti møguleikin varð misnýttur, og ístaðin kundi Neistin í kontraálopi skjóta seg upp á javnt.

Seinastu løtuna av dystinum, fekk Neistin tvey mál afturat, meðan Stjørnan einki fekk, og tískil kundu neistakvinnurnar fegnast um tvey sera kærkomin stig, meðan klaksvíksgenturnar spentar bíðaðu eftir úrslitinum úr Vestmanna.


Spennandi silvurdystur

Sum vera man var rómurin øgiligur, tá tað frættist, at Kyndil hevði javnað í seinastu sekundunum, tí hjálpin frá Kyndli var nóg mikið til tess, at Stjørnan nú hevur tryggjað sær meistaraheitið.

Eitt meistaraheitið, sum tær alt árið hava verið heitir favorittar til at vinna. Gjøgnum alt árið hava tær prógva, at tær mugu roknast sum besta kvinnulið í landinum, men sunnudagin hjálpti hetta tó lítið.

At Neistin fekk tvey stig burtur úr hesum dystinum, merkir allarhelst, at tær í hvussu so er megna at tryggja sær heiðursmerki. Í øllum førum tykist tað soleiðis, at Kyndil við javnleikinum misti sín møguleika í silvurstríðnum, og so verður tað eitt mál millum og VÍF, hvussu býti av málminum skal verða.

Allar helst fellur avgerðin um hetta ikki fyrr enn í seinasta dystinum, tá júst hesi bæði liðini hittast í Vestmanna, so heilt uttan spenning verður kappingarárið ikki, hóast Føroyameistarin hjá kvinnunum longu er funnin.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Katrin á Neystabø 5 (1), Inga F. Danberg 5, Ileana Manolescu 4, Susan Brockie 4, Gunnleyg Berg 2, Marjun Jógvansdóttir

Stjørnan: Joan M. Joensen 6, Vesna Tomajek 4 (2), Andrijana Milodanovic 4, Anna K. Samson 2, Simona Hansen 2, Annika Ljósstein 1 (1)

Brotskøst:

Neistin 3, Stjørnan 4

Útvísingar:

Neistin 4, Stjørnan 1

Dómarar úr Tjaldur:

Kári Hansen og Dánial Hansen