Føroyska landsliðið í borðtennis spældi í morgun dyst um 5. plássið í liðkappingini. Dysturin var ímóti vertstjóðini Jersey, sum hevur eitt gott lið og hevði fjøldina við sær.
Fróði F. Jensen, Henrietta Nielsen og tvímansleikurin Henrietta Nielsen/Durita F. Jensen syrgdu fyri, at Føroyar komu á odda 3-1. Tá manglaði bara ein sigur fyri at fáa samlaða sigurin.
Tó hendi tað keðiliga, at Jersey vann tríggjar dystir á rað og harvið dystin 4-3. Harmiligt var tað, at avgerandi leikarin hjá Jersey burdi fingið reytt kort fyri at bróta ein banda í illsinni.
Heimadómararnir av Jersey valdu tó bara at geva honum gula kortið og Jersey vann við 4-3-sigrinum dystin um 5. plássið. Føroyar gjørdust tískil nummar seks av 11.
Í morgin verða kappingar í ein- og tvímansleiki.