Taptu allar dystirnar

KÍ-kvinnurnar fingu einki stig, tá UEFA-Cup kappingin fyri kvinnur var á skránni. Leygardagin spældu tær seinasta dystin á ferðini, og hesin endaði við 0-7 tapi móti spanska RCD Espanyol. Á Norðlýsinum verður sagt, at spanska liðið var væl sterkari enn KÍ, men kortini hildu tær, at sigurin var í størra lagi. Soleiðis kom einki stig burtur úr teimum trimum dystunum, sum KÍ spældi á ferðini, tó at tað var sera nær við í næsta dystinum, tá skotska Motherwell í evstu løtu skoraði til 2-1.