Bosnia ? Føroyar 45-28 (21-12)
Føroyska landsliðið fekk aftur í dag oyruni í maskinuna, tá vitjað var í Bosnia. Heimaliðið vann við heili 17 málum ? 45-28.
Hóast bosniska liðið ikki tóktist eins sterkt sum Serbia, so var eingin ivi. Føroyingarnir vóru við fyrstu løtuna, og einu løtuna vóru teir aftanfyri 5-4. Men so kom stígur í, og føroyska landsliðið megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá heimaliðnum.
Flestu skotroyndirnar hjá Føroyum endaðu á málverjanum, og tað hevði við sær, at vertirnir fingu fleiri mál eftir skjótálop.
Besti føroyski málskjúttin var Heini Hanusarson við níggju málum.










