Maldivurnar eru heimskendar sum eksotiskt ferðamál, men tá ið tað kemur til ítróttarkappingar, hava tey ikki so nógv at reypa sær av.
Maldivurnar eru við Asian Games, sum verða hildnir í Suðurkorea í løtuni, og har hava teirra ítróttarfólk gjørt vart við seg – við heldur sermerktum úrslitum.
Kvinnuliga fótbóltslandsliðið hevur tapt 15-0, 10-0 og 13-0, og í 4x100m stafett í svimjing kom kvinnuliðið hjá Maldivunum hálvan annan minutt seinni á mál enn vinnararnir. Seinasti svimjarin á liðnum hjá Maldivunum var einsamøll í hylinum seinastu 100 metrarnar, og rómurin var øgiligur, tá ið hon kom á mál.
Í hondbóltskappingini hevur eisini gingið illa, og Japan vann heili 79-0 á Maldivunum. Støðan í hálvleikinum var 40-0, og málmaðurin hjá Maldivunum hevði onga bjarging í dystinum. Venjarin gremur seg um, at fleiri týðandi spælarar eru skaddir, og at hópurin ikki er nóg væl fyri fysiskt.
Í dag gekk heldur frægari hjá Maldivunum í dysti ímóti Hong Kong. Maldivurnar skoraðu heili 7 mál. Men tíverri fekk Hong Kong 41 mál!










