Taptu 38-0

Landsliðið hjá Mikronesia hevur staðið seg søguliga illa tveir teir seinastu dystirnar

Undankappingin til fótbóltskappingina Pacific Games er byrjað. Í Oceania eru Mikronesia, Fiji, Tahiti og Vanuatu í bólki saman, og tvey av hesum koma víðari til endaligu kappingina. Tað verður tó allarhelst ikki Mikronesia, ið verður eitt av hesum fremstu liðum.

 

Tí at upp á tveir dystir ímóti ávíkavist Tahiti og Fiji hevur Mikronesia onkursvegna megnað at tapt 0-68 tilsamans. Mikronesia tapti 0-30 ímóti Tahiti, meðan tað gekk enn verri í dystininum ímóti Fiji, har Mikronesia tapti 0-38. Mikronesia manglar framvegis at spæla síðsta bólkadystin ímóti Vanuatu.

 

Mikronesia telur 600 lítlar oyggjar, ið allar hoyra undir einum landi. Vit skulu neyvan rokna við, at Mikronesia verður nøkur serliga stór fótbóltstjóð framyvir.