Taptu 3-0

Føroyska U-19 landsliðið hjá kvinnum er í hesum døgum í Pólandi, har tær taka lut í sonevndari mini-kapping.
Fyrsti dysturin var á skránni týsdagin, tá tær leiktu móti vertstjóðini í einum dysti, sum Póland vann 3-0.
Støðan í hálvleikinum var 1-0, men seinnapartin av seinna umfarinum skoraðu pólversku kvinnurnar so tvær ferðir.
Hósdagin verður næsti dysturin hjá føroyska liðnum á skránni. Hann verður móti Belgia, og seinasti dysturin verður so móti Kroatia.