Taptu 2-0 móti Russlandi

Føroyska U21-landsliðið var væl við í dystnum móti Russlandi, men tað eydnaðist ikki at skapa enn eina sensatión

Fótbóltur

Russka bjørnan lat seg ikki lumpa fleiri ferðir á rað. Leygardagin á døgurða spældi føroyska U21-landsliðið móti Russlandi, sum skuldi hevna eyðmýkingina í Gundadali fyrr í ár, og partvíst eydnaðist hetta. Men tað hendi ikki við stórsigrinum, sum russar uttan iva høvdu ætlað sær.
Russar komu á odda í fyrra hálvleiki, men hóast teir trýstu nógv, so eydnaðist teimum ikki at taka spenningin úr dystinum. Tvørtur ímóti høvdu okkara menn eisini sínar møguleikar, og við eitt lítið sindur av hepni kundu føroyingarnir eisini havt javnað.
Luftin fór tó úr okkara spælarum at enda, og tá russar í yvirtíðini skoraðu sítt næsta mál, var fagnaðurin hjá heimamonnunum ovurstórur.