Eystari landsrættur staðfesti í morgun dómin hjá Føroya rætti í málinum millum Sverra Nilssen og Suðuroyar sjúkrahús.
Sverri Nilssen hevur ført fram, at ein læknafeilur er orsøk til, at hann misti høgra undirarm. Hann fekk viðhald í Patientklagenævnet og í Retslægerådet, sum mettu, at yvirlæknin hevði gjørt eitt mistak. Føroya rættur kom tó til ta niðurstøðu, at hóast yvirlæknin hevði gjørt eitt mistak, so var ivasamt um armurin kundi bjargast. Sverri Nilssen fekk tí einki endurgjald fyri mista inntøku frá Suðuroyar sjúkrahúsi.
Hann valdi tí at kæra málið fyri Eystara Landsrætt og hesar seinastu vikurnar hevur málið verið til viðgerðar har. Í morgun kom so dómurin frá Landsrættinum, sum stutt og greitt staðfesti dómin hjá Føroya rætti.
Tað letur tí til, at eftir 10 ára stríð, er málið endaliga avgjørt.
Les eisini Nú fer Sverri í landsrættin