J&K Petersen gera nú eina tappilúku í byrgingina í Vestmanna.
- Tappilúkan skal kunna brúkast, sum ein krani í einari tunnu, har lúkan kann latast upp fyri á ein varandi hátt at kunna tøma vatnbyrgingina.
Hjá J&K Petersen vísa tey á, at arbeiðið er í tveimum stigum.
- Fyrra stigið var at arbeiða innanfyri byrgingina, har ein betongproppur skuldi byggjast. Vatnbyrgingin varð tømd til hetta høvið, og tí var stórt tíðartrýst á at gera betongproppin lidnan soleiðis, at byrgingin kundi fyllast aftur.
Lagt verður aftrat, at vatnbyrgingin varð tømd beint eftir páskir í 2023.
- Síðan fór fyrireikingararbeiðið í gongd innanfyri múrin., og fyrst í juni mánaði varð hol skorið í byrgingina, og stoypiarbeiðið kundi byrja.
Hjá J&K Petersen vísa tey á, at stoyptir eru stívliga 240 rúmmetrar av betongi, og bundin eru 25 tons av jarni.
- Arbeiðið hevur gingist væl, og betongproppurin varð liðugur fyri ólavsøku.
Nú er stig tvey farið í gongd, sum er uttanfyri byrgingina. Her skal ytri parturin til tappilúkuna byggjast. Hetta arbeiðið er væl ávegis, og verður eftir ætlan liðugt til jólar.
Tað var Juul Grevstur, sum gjørdi holskeringina
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##