Tað man sjáldan hava komið fyri áður, at tað, hvat veðrinum viðvíkur, hevur eydnast so væl í einum fótbóltsári, sum tað hevur gjørt í ár. Men leygardagin, tá 18. og síðsta umfarið í bestu deildini varð spælt, vísti høgættin av álvara tenn og minti okkum á, at summarið er farið, og myrka árstíðin við øllum tí, sum harvið fylgir, stendur fyri durunum.
Umstøðurnar vóru vánaligar, men allir fimm dystirnir vórðu finginir frá hondini. Sumbingar og leirvíkingar skulu dystast um eitt pláss í bestu deildini. Men fótbóltsárið sum so er liðugt, og fram til eina ferð í mars mánaði, tá tað verður farið undir innleiðandi umførini í steypakappingini og harvið nýggja fótbóltsárið, fer fótbóltsprátið millum annað at snúgva seg um, hvussu tað hilnaðist í 57. landskappingini, síðani ta fyrstu í 1942, hví tað tørnaði út, sum tað gjørdi, tá KÍ vann sítt 17. meistaraheiti, og hvat kundi havt verið øðrvísi, um onkur marginalurin hevði dottið onkran annan veg, enn hann gjørdi.
Støðugir meistarar
Endaliga støðutalvan boðar frá, at í ár hevur kappingin verið í tveimum. Tey fýra fremstu liðini hava kappast um meistaraskap og europeiska luttøku, og hini seks liðini hava kappast um at sleppa undan niðurflytingarvandanum. NSÍ og B68 hava ongantíð av álvara verið í niðurflytingarvanda, men tað hava hini liðini verið, og í síðsta enda var tað ÍF, sum flutti niður.
Ein landskapping fevnir um átjan umfør, sum í ár vórðu spæld frá síðst í apríl og til fyrst í oktober. Støðutalvan eftir átjan umfør er sjálvandi myndað av, hvussu støðug ella lítið støðug tey ymsu liðini hava roynst, og leygardagin varð staðfest, at teir, sum hava verið mest omaná, hava verið teir í KÍ.
Klaksvíkingar taptu tríggjar landskappingardystir í ár, og at teir vunnu meistaraskapin kunnu vit hagtalsliga býta í tveir partar. Annar er, at teir høvdu betri úrtøku ímóti hinum trimum oddaliðunum, enn GÍ hevði, og hin er, at teir høvdu væl betri úrtøku ímóti botnliðunum, enn HB hevði. Bæði ímóti toppliðunum og botnliðunum lógu teir akkurát omaná B36.
HB best tak á oddaliðunum
Um tey fýra liðini, sum í landskappingini hava víst seg at verið í einum bólki fyri seg sjálvi, bara høvdu kappast innanhýsis í ár, og um úrslitini høvdu verið tey somu, sum tey hava verið í landskappingini, so hevði HB vunnið meistaraskapin.
Úrtøkan hjá teimum fýra liðunum ímóti hvørjum øðrum hevur í ár verið henda:
HB64-1-111?513
KÍ62-2-2 6?7 8
GÍ62-1-3 5?10 7
B3662-0-411?116
KÍ fekk fýra stig burturúr ímóti HB, og ímóti B36 fingu klaksvíkingar trý stig. Gøtumenn endaðu aftanfyri KÍ eftir átjan umfør, men teir í GÍ kunnu breggja sær av, at teir áttu einasta liðið, sum fekk meiri burturúr ímóti meistaraliðnum, enn teir góvu til meistaraliðið.
GÍ fekk fýra stig ímóti KÍ, men at teir tilsaman bara fingu trý stig ímóti havnarliðunum var ein av orsøkunum til, at teir ikki vórðu meistarar. Eftir at kappingin er liðug, iðra teir í Gøtu seg ivaleyst eyka um tapið ímóti HB í Gøtu. Ta ferðina spældi GÍ størsta partin av tíðini við tíggju monnum, teir taptu 2?1, men teir høvdu møguleikar at skora fleiri mál afturat. Í Gundadali megnaði GÍ ikki at skora, hvørki ímóti B36 ella HB.
HB tapti bara ein dyst ímóti hinum trimum oddaliðunum. Í síðsta dystinum, sum hann spældi fyri KÍ, skoraði Kurt Mørkøre stutt undan leikloki sigursmálið í Gundadali, og nú kappingin er liðug, kunnu vit staðfesta, at tað var sera týdningarmikið fyri endaliga úrslitið, at bólturin ta ferðina rullaði eyka umferðina og fór inn um strikuna, eftir at hann hevði tikið í stólpan.
Dýrt kompleks hjá B36
Í Onglandi verður nógv tosað um fótbólt, og har hevur ofta verið havt frammi, hvørjar orsøkirnar munnu vera til, at nógvu góðu fótbóltsfeløgini í høvuðsstaðnum ? har eru m.a. Arsenal, Chelasea og Tottenham ? ikki oftari hava vunnið meistaraskapin, enn tey hava gjørt.
Metingarnar um henda spurningin plaga at vera margfaldar, og sjálvandi skerst tað ikki burtur, at bæði Liverpool og Manchester United hava verið ófør. Men ein av orsøkunum, sum ofta hevur verið tikin fram, hevur verið, at tað altíð hava verið nógv feløg úr London í bestu deildini, og omanfyri nevndu stóru feløgini hava, tá okkurt teirra hevur verið í toppinum, ofta heil og hálvsnávað í innanhýsis uppgerðunum og í lokaluppgerðum ímóti øðrum høvuðsstaðar liðum, sum ikki hava verið so ovarlaga stødd.
Í Føroyum er B36 tað av fremstu liðunum, sum mest hevur ligið undir hesum. Teimum restaðu trý stig í at vinna meistaraskapin, teir stóðu seg væl ímóti teimum báðu fremstu liðunum, tí teir fingu trý stig ímóti KÍ og trý ímóti GÍ, men ímóti grannunum úr HB taptu teir báðu ferðirnar, og tað kostaði dýrt.
Tey smáu snýttu HB
Sum vit nevndu omanfyri, so er tað avgerandi fyri endaliga úrslitið, hvør er mest støðugur í einari langari kapping. Í ár vóru tað klaksvíkingar, og tí vóru tað teir, sum vunnu meistaraskapin.
Um vit seta úrtøkuna hjá teimum fýra oddaliðunum ímóti teimum seks liðunum, sum endaðu frá fimta og niður á tíggjunda pláss, upp í eina talvu, so sær hon soleiðis út.
KÍ1211-0-132?1233
B361210-2-041?1132
GÍ1210-2-041?1432
HB12 7-3-230?1124
Vert er at leggja til merkis, at KÍ skoraði færri mál ímóti veikaru liðunum, enn bæði B36 og GÍ gjørdu, men alíkavæl fingu klaksvíkingar fleiri stig enn teir báðu næstu kappingarneytarnir. Burtursæð frá í Vági so megnaði nýggja meistaraliðið hvørja ferð at fáa fulla úrtøku, og fyri samantalda úrslitið var tað líka mikið, at tað bara var á heimavølli móti B68 og NSÍ, at teir megnaðu at vinna stórt. Tríggjar ferðir á heimavølli og fimm ferðir á útivølli vann KÍ við einum máli, men uttan mun til støddina á sigrunum, so fæst hvørja ferð trý stig burturúr, og í síðsta enda er tað hetta, sum hevur týdning.
Fyri B36 var tað dýrt, at teir hálvsnávaðu á Sandi og í Vági, og fyri GÍ var tað avgerandi fyri meistaraskapin, at teir í fjórði síðsta umfarinum ikki fingu meiri enn 1?1 í Sumba.
Mest eyðsýnda staðfestingin út frá talvuni er, at tað var ímóti veikaru liðunum, at HB bæði misti UEFA Cup pláss og meistaraskap, og í tí sambandinum er merkisvert, at teir taptu heili sjey stig á heimavølli ímóti veikaru liðunum ? trý ímóti NSÍ og tvey ímóti B68 og Sumba.
Rundur bóltur
Omanfyri er bara trivið í úrslitini, og hvussu tey hava verið avgerandi fyri støðutalvuna, ið nú stendur sum minnisvarði fyri kappingarárið 1999. Fótbóltsminnini frá nú lokna kappingarárinum eru ivaleyst mong, og nógv av hesum fer sjálvandi at vera til viðgerðar komandi mánaðirnar, samstundis sum tað fer at verða mett um vánirnar í komandi kappingarári.
Um fýra mánaðir verður farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, og tá fer eitt av aðalmálunum hjá teimum, sum fara at rokna seg millum teir stóru, at vera, at tað má ikki koma fyri, at stig verða tapt til teir smáu.
Men komandi kappingarár verður bólturin akkurát so rundur, sum hann hevur verið í farna ári, og tá fara úrslitini viðhvørt at verða øðrvísi, enn tað varð roknað við frammanundan, og um eitt ár fer hetta aftur at vísa seg at hava verið týdningarmikið fyri, hvør vann meistaraskapin í ár 2000, og so mugu vit vóna, at síðsta umfarið komandi ár verður spælt undir betri umstøðum, enn síðsta umfarið undan ár 2000 varð spælt.