Sjálvstýrisflokkurin og nýggi formaðurin í flokkinum taptu eyðmýkiliga á fólkatingsvalinum týsdagin. Politiskir eygleiðarar skilja ikki, at formaðurin ikki beinanvegin valkvøldið boðaði frá, at hann legði frá sær. Valúrslitið kann ikki tulkast øðrvísi enn eitt stórt misálit á formannin. Sjálvt trúgvir veljarar sótu heima fyri at mótmæla framferðini í samband við formansvalið í flokkinum herfyri.
Í grundini harmar lagnuvalið hjá Sjálvstýrisflokkinum mangan. Flokkurin hevur havt ein týðandi leiklut. Síðani heimastýrisskipanin varð sett í gildi, hevur flokkurin við næstan hvørt val sitið í tí støðu, at hann kundi avgera, hvør landsstýrissamgonga skuldi skipast.
Veljarakanningar hava í seinastuni bara givið flokkinum ein løgtingslim, og um fólkatingsvalið var eitt løgtingsval, hevði hann ongan løgtingslim fingið. Hetta má geva floksleiðsluni høvuðbríggj. Um vanligt skil framvegis er galdandi í flokkinum, má annaðhvørt politiski formaðurin, Sámal Petur í Grund, ella formaðurin í landsfelagnum, Edvard Hermansen, víkja. Teir draga ikki somu línu, og annar má ábyrgjast fyri tapið.
So er spurningurin, um undanfarni formaðurin, Helena Dam á Neystabø ? sum óivað tók ta røttu avgerð at taka seg aftur sum formansevni fyri at sleppa undan einum stríðsvali stutt undan einum fólkatings- og løgtingsvali ? bíðar aftan fyri leiktjøldini, til tann rætta løtan er komin. Tað tykist sum um Helena er tann einasta, sum kann bjarga flokkinum ein løgtingslim á løgtingsvalinum, hóast atkvøðutalið týsdagin ikki júst skapar bjartskygni og gevur nøkrum áræði.
Hendir tað, at Helena verður vald aftur á løgtingsvalinum fyri Sjálvstýrisflokkin, kemur hon aftur at sita í eini lyklastøðu. Sjálvstýrisgongdin má halda fram so ella so. Sjálv hevur hon nýliga sagt, at hon er fyri eini hóvsamari tilgongd í sjálvstýrismálinum.Tað skuldi latið upp fyri møguleikanum at fingið fleiri flokkar við í tilgongdina. Meiriluti er neyvan fyri fullveldisleiðsluni hjá samgonguni. Hvørki millum veljarar sum heild, ella í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Harafturat er neyðugt við eini breiðari semju í sjálvstyrismálinum. Fáa vit ikki eina loysn, sum einir tveir triðingar av veljarunum taka undir við, verður hon ikki haldgóð. Vit enda aftur í toganini millum samband og sjálvstýri, sum fyrru helvt í farnu øld, forðaði fyri eini samfelagsligari menning. Tá kom Javnaðarflokkurin upp í politikk og mong mál vórðu loyst úr lagdi, bæði sosial- og vinnumál. Neyvan fæst nøkur loysn í sjálvstýristilgondini uttan at Javnaðarflokkurin er við og aftur her situr kanska ein endurskipaður Sjálvstýrisflokkur við avgerandi lyklinum.