Taparin - Ballack

EM-finalan gjørdist enn eitt vónbrot av mongum hjá Michael Ballack, sum enn ikki hevur vunnið sær tann altjóða heiður, sum evnini annars skuldu borgað fyri

Fótbóltur

 

Tað er eingin ivi, um tú spyrt ein týskara, hvør størsti fótbóltsspælari teirra hevur verið seinastu 10 árini ella so.

Michael Ballack hevur hesi árini verið støðugi miðvallarmotorurin á landsliðnum, og ofta hevur vónin um týskan sigur staðið og fallið við honum.

Hinvegin skerst heldur ikki burtur, at Michael Ballack einum týskara so ólíkt hevur tapt meira enn tey flestu. Týsk meistaraheiti við Kaiserslautern og Bayern München viga sjálvandi rætta vegin, men í nógv størri mun er søgan um Ballack ein søga um spælaran, sum ikki rakk á hægstu tindarnar.

Í 2001 var hann partur av Leverkusen-liðnum, sum vann silvur í Bundesliguni, týsku steypakappingini í Champions League. Hann var partur av liðnum, sum vann HM-silvur í 1998, tó at hann var leikbannaður í finaluni. Hann var skaddur, tá Týskland vann HM-bronsu fyri tveimum árum síðani, og bæði í ár og í fjør hevur hann verið partur av einum Chelsea-liði, sum er endað á silvurplássinum í ensku Premier Leage. Í ár enntá eisini við silvurmerkjum í Champions League sum úrtøku.

 

Og so var tað sjálvandi eisini EM-finalan. Har var til tað seinasta ivasamt, um Ballack yvir høvur var til reiðar at spæla.

Og tó at hann at enda varð sagdur at vera klárur, so stóð øllum greitt, at skaðin darvaði týska skiparanum meira, enn gott var. At hann mátti út av vøllinum at seymast, tá hann hevði verið í loftdysti við Senna, var bara við til at styrkja ímyndina av einum særdum krígsmanni, sum ikki megnaði at venda hóttandi gongdini í dystinum. Einum dysti, har Týskland meira enn nakran tíð hevði tørv á einum stórspælandi Michael Ballack.

Út fór hann tó ikki. Saman við liðfeløgunum royndi Ballack til tað seinasta at liva upp til tey so væl kendu orðini hjá Gary Lineker, men hesa ferð vildi lagnan tað øðrvísi. Týskland megnaði ikki at vinna sína sættu EM-finalu, og hjá Ballack gjørdist talan enn einaferð um silvur til savnið.