Nú minni enn eitt samdøgur er til Andorra og Føroyar skulu spæla HM-undankappingardyst í Andorra La Velle er vert at geva gætur, at heimaliðið tapir ofta á heimavølli, men teir tapa sum oftast tepurt.
Tveir teir fyrstu heimadystirnir í hesari HM-undankappingini eru endaðir við teprum tapum. Higartil hava tapini verið 0-1 ímóti Lettlandi og 1-2 ímóti Sveis.
Í undanfarnu EM-undankappingini var Andorra væl við í heimadystunum ímóti Wales og Kýpros. Ímóti Wales taptu andorianarnir bert 1-2, og ímóti Kýpros bleiv talan um eitt 1-3 tap. Andorra tapti 1-4 ímóti bæði Belgia og Ísrael í Andorra La Velle.
Seinastu tveir venjingardystirnar Andorra hevur spælt á heimavølli eru taptir við 0-1. Teir hava verið ímóti Saint Kitts og Nevis, og ímóti Ekvatorialska Guinea.
Og hyggur ein eftir úrslitunum longur afturi í tíðini, so er gjøgnumgangandi, at Andorra tapir 0-1 ella 0-2 í heimadystunum í undankappingunum. Liðið er ringt at bróta niður, og verjir væl. Hinvegin hevur mótstøðuliðið nakrar klassaleikarar, so kunnu hesir gera munin og hála ein sigur heim til favorittarnar.