Einsamalli málskjúttin hjá VB/Sumba, Birgir Jørgensen, ivaðist ikki eina løtu, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um dagsins dyst.
- Hatt var ikki nóg gott, og tapa fyri einum nógv betri liðið, so einfalt er tað, staðfestir hann.
Undan dystinum sá tað rættiliga gott út hjá VB/Sumba, og vunnu teir í dag, so kundu teir vera nokkso vísir í, at B68 ikki fekk teir aftur. Hava suðuroyingar kanska kent seg í so tryggar undan dystinum?
- Tað er tað nógv sum bendir á, at inni í høvdinum hevur tað kanska verið soleiðis hjá onkrum, hóast tað ikki átti at verið so, sigur Birgir Jørgensen.
Hann ásannar, at longu tá fyrsta málið kom fara menn niður við høvdinum, men hann heldur lítið um grundarlagið aftan fyri fyrsta málið.
- Hatta var eitt ógvuliga bíligt brotsspark, og eg veit yvirhøvur ikki hvat hann dømir fyri. Maðurin er ikki nær námind bóltinum, og eg sum áleypari haldi als ikki, at hann kann døma í eini slíkari støðu, staðfestir Birgir Jørgensen, sum nú sær fram í móti dystinum móti ÍF, har ein sigur er eitt krav.










