Tap við glottum

Neistin vann væntaða sigurin á Søljuni, men hóast tapið, so tykist greitt, at Søljan ætlar sær meira enn tað eina stigið burtur frá botninum

Hondbóltur

Tað var ikki nakar stórdystur, sum var á skránni í Høllini á Hálsi sunnudagin. At líta til uttandura, so mundi áhugin fyri aðrudeildardystin millum kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli vera størri, og í øllum førum var munandi lættari at finna parkeringspláss, tá fyrstudeildardysturin hjá Neistanum móti Søljuni stóð á skránni.
Og við at skeita at stigatalvuni, so skuldi heldur ikki roknast við, at áskoðararnir mistu nakað stórvegis av spenningini, við ikki at vera í høllini. Her hevur Neistin seinastu umførini í grundspælinum otað seg heilt upp móti toppinum, meðan Søljan hinvegin hevur átt fastan sess nær Kyndli á botninum á talvuni.

Framgongd at síggja
Men fyrstu lítlu løtuna, so tóktist tað tó, sum um Søljan ætlaði sær at gera bart. Hóast Neistin frá fyrsta bríksli við mansverju royndi at seta Nicoletu Radu út av spælinum, so var tað Søljan, sum átti tey trý fyrstu málini, men tá hetta lítla sjokkið hevði javnað seg, so var tað tó Neistin, sum stóð fyri tí mesta. Tær vunnu seg skjótt upp á eina trý-fýra mála stóra leiðslu, og tó at leingi tóktist sera trupult at økja um hesa, so var sigurin ongan tíð í vanda.
Hóast Neistin soleiðis klintraði enn eitt pláss upp á stigatalvuni, so mundi tað í nógvar mátar vera Søljan, sum fekk flestu positivu lutirnar við sær frá dystinum. Fleiri ferðir í dystinum høvdu tær nakað, sum líktist einum hampuligum trýsti á Neista-liðið, og serliga vóru tær vandamiklar av bak-plássunum, tá Nicoleta varð mansvard. Við somikið sterkum málverja sum Kristinu Griksaite og eini kvikari Heidi Mariu Akselsen at fanga útkøstini, hevur liðið enn eitt av teimum vandamiklu vápnunum, og móti einum veikari liði enn Neistanum kann væl verða, at meira fer at spyrjast burturúr, enn tað gjørdist hesaferð. Her verður sjálvandi fyrst og fremst hugsað um teir fýra dystirnar, sum liðið eftir á móti StÍF og Kyndli. Dystir, sum kunnu vísa seg at gerast løturnar, har Søljan veruliga staðfestir, at tær eru heimahoyrandi í bestu deildini. Eisini hóast talan ikki skuldi verði um heiðursmerkir.
Hjá Neistanum mundi dysturin ikki vera stórt annað enn eitt slag av upphiting, nú endaspælið fer ígongd. Tær fingu eisini ætlaðu stigini til høldar, men tað mundi tó vera dyggur smeitur, at Rakul Augustinussen tíðliga í dystinm noyddist av vøllinum. Í einum hendiligum óhappi meiðslaði hon sær knæið, og tó at vavið á skaðanum ikki varð staðfest í høllini, so man vandin lúra fyri, at at talan verður fráveru frá liðnum í hampuliga drúgva tíð. Og tað mundi so í øllum førum ikki vera eftir ætlanini.

Dysturin í tølum
Neistin-Søljan 24-17 (12-8)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte 9, Lina Andrijulyte 3, Jórun Ludvig 3, Lív Sørensen 3, Marjun Tróndarson 3, Ása á Neystabø 2, Rakul Augustinussen 1
Søljan: Heidi Maria Akselsen 8, Arnelyg Haraldsen 3, Nicoleta Radu 3, Fía Selma Nielsen 1, Petra Thomassen 1, Heidi Haraldsen 1
Brotskøst: Neistin 1, Søljan 1
Útvísingar: Søljan 1
Dómarar úr Stjørnuni: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Gott at síggja nøkur nýggj andlit trína inn á dómarapallin, og hesir báðir kunnu við røttu venjingini avgjørt verða góð evnir framyvir.