Føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í FC Fredericia taptu seinastu dystin í fyrru hálvu av kappingini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
FC Fredericia tók ímóti Lyngby, og endaði dysturin við einum 4-2 sigri til Lyngby. Rógvi Balvinsson var við frá dystarbyrjan. FC Fredericia fekk annars eina dreymabyrjan. Longu tá 10 minuttir vóru farnir gjørdi Michael Lumb hjá Lyngby sjálvmál. Tá farið var til steðgin var FC Fredericia á odda 1-0.
Í seinna hálvleiki gekk illa í hond hjá FC Fredericia. Tá bert fimm minutti vóru farnir javnaði Jesper Christiansen. Tá ein tími var leiktur gjørdist skaðin duppultur hjá FC Fredericia. Sune Killerich hjá FC Fredericia fekk reyða kortið, tá hann feldi David Boysen. Brotsspark var dømt til Lyngby, og hetta setti David Boysen trygt í netið til 2-1 til Lyngby.
Seks minuttir seinni økti Jesper Christiansen til 3-1 til Lyngby. Brent McGrath fekk sindur av spenningi í dystin, tá hann minkaði um munin til 3-2 í 87. minutti, men tríggjar minuttir seinni staðfesti David Boysen sigurin fyri Lyngby, tá hann skoraði til 4-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Fredericia er nummar seks við 24 stigum fyri 18 dystir. 10 stig eru upp til Horsens, sum liggur á triðja plássi við 34 stigum. Trý tey ovastu liðini flyta upp í superliguna.
Komandi dystur hjá FC Fredericia í næstbestu donsku fótbóltsdeildini verður spældur á útivølli ímóti Silkeborg tann 13. mars í 2016. FC Fredericia skal leika 15 dystir í seinnu hálvu. Tey 12 liðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini leika tilsamans 33 umfør.