Føroyska útisetaliðið spældi í gjár á útivølli móti BK Fix, og dysturin endaði við 3-1 tapi.
ÍF Føroyar kom annars væl frá byrjan. Johan V. Gunnarsson breyt ígjøgnum í vinstru og legði innfyri, har verjuleikari beindi bóltin í egið net, og harvið legði ÍF Føroyar framum. Men tað eydnaðist tó BK Fix at javna fyri steðgin, so hálvleiksstøðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað BK Fix at fáa tvey mál aftrat, meðan tað hildnaðist minni væl hjá føroyingunum, sum soleiðis taptu ein annars hampiliga javnan dyst.