Føroyska kvinnulandsliðið tapti í dag 2-3 ímóti Bosnia Herzogovina í 4-landakapping, sum er í Kroatia. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 2-2.
Tað gekk av skriðuni fyrstu sjey minuttirnar, tí tá høvdu tær bosnisku kvinnurnar lagt seg á odda 2-0. Undan steðginum megnaðu føroysku kvinnurnar tó at javna. Fyrst við einum brotssparki, sum Rannvá Andreasen setti í netið, og við einum góðum langskoti hjá Heidi Sevdal.
Men í øðrum hálvleiki settu bosnisku kvinnurnar trumf á, og vunnu tær sostatt dystin 3-2.
Samrøða verður við Álv Hansen, landsliðsvenjara í sendingini ?3. hálvleikur?, sum byrjar á Rás2 klokkan 17.