Liðið hjá Heina Hanusarsyni, Ajax Keypmannahavn tók ímóti Fredericia HK 1990 á heimavølli í Bavnehøjhøllini. Og tað gekk ikki væl í hond. Útiliðið úr Jútlandi vann ein greiðan 28-23 sigur. Heini Hanusarson skoraði eitt mál í dystinum. Heini beklaði fyri tveimum vikum síðani, og fimm aðrir spælarar hjá Ajax eru eisini darvaðir av skaðum, so liðið hevur enn ikki veruliga komið snúningar, og eru vónir um, at tað fer at hilnast betur, sum kappingin líður.










