Ummæli
Vegna veður varð alt flutt inn fríggjakvøldið, og gav hetta eitt sindur av seinkingum í skránni. Alt gekk nú fyri seg á einum palli. Seinkingar eru ongantíð ynskiligar, men sum veðrið var hetta kvøldið, gjørdi tað ikki so nógv. Karm ella bíða eina løtu eyka?
Upp móti 400 áhoyrarar vóru savnaðir í salinum, tá ið sviarnir í Charizma fóru í gongd. Skjótt gjørdist greitt, at hetta ikki fór at teljast millum bestu framførslurnar á festivalinum.
Í tvístøðu
Hóast bólkurin spældi væl saman, so var talan um tannleysan og einkisigandi tónleik. Tá skal sigast beinanvegin, at her verður bara hugsað um tónleikin, tí eingin ivi var um, at teir meintu tað teir sungu. Millum sangirnir varð dúgliga práta, og mitt í framførsluni hevði ein av limunum eina talu.
Men tónlistarliga var tað tíverri einki at reypa av. Sangarin sang einki serliga væl. Kýtti seg eitt sindur ov nógv og rakk til tíðir ikki upp á tónarnar. Hinvegin var hann í gongd alla tíð og dugdi væl at fáa samband við áhoyraran.
Charizma hevur verið til í meiri enn tjúgu ár. Teir byrjaðu sum tungrokkarir í 80’unum, men hava so flutt seg yvir í popp. Og tað kennist eitt sindur sum at teir eru fangaðir mitt millum hesi: 80’ara rokk og nútímans popp. Ein sjúka, sum hevur verið mongum bólki at bana.
Klæðini og look’ið hjá bólkinum byggir eisini undir hetta uppáhaldið. Bassleikarin var íklæddur ein leðurjakka, pannuband um høvdið og sólbrillur omaná pannuband(!). Trummarin var sum tikin úr 80’unum við bleiktum hárið og stroppatroyggju. Hinvegin var sangarin smartur og væl klæddur. Tvey tíðarskeið í einum. Og í hesum føri ein vánalig blanding.
Skjótt svenskt snakk
Millum sangirnar prátaðu teir sum nevnt dúgliga, og tað er nakað, sum ein til tíðir saknar í framførslum.
Men alt var á svenskum. Á skjótum svenskum. So tekur tú fólkatutl, mikrofonskurr og ein skjótttosandi svia, so skulu oyrini spílast rímiliga væl út, um tú skalt skilja nakað.
Fleiri av vanligu spurningunum sum ‘Eru tit við uppá tað?’ og ‘Orka tit meiri?’ flugu beint yvir høvdini á teimum flestu, við tí úrsliti, at eingin svaraði aftur. Spurningurin er so, um tað veruliga var tí, at fólki ikki var við uppá tað ella ikki orkaðu meir. Men kenni eg føroyskar áhoyrarar rætt, so fáa tílíkir spurningar eitt brølandi ‘JAAAA’ ella eitt floyt ella eitt klapp ella okkurt annað. Enskt hevði uttan iva riggað betri.
Sum framførslan leið minkaði áhoyrarafjøldin, og tá ið síðsta lagið varð spælt, vóru tað ikki nógv meiri enn fimti fólk í salinum.
Framførslan hjá Charizma fer ikki at renna hesum ummælaranum í hug, tá ið hugt verður aftur á hæddarpunktini fyri Fjarðafestivalin 2007.