Tannleysur James Bond

Undir upptøkunum til nýggja James Bond filmin Casino Royal gongur hart fyri seg.

Daniel Craig, ið er nýggi maðurin handan tølini 007, er ikki bangin fyri sjálvur at taka sær av bardøgunum í filminum. Men hetta gekk heldur illa undir upptøkunum í Prag. Í einum bardaga fekk Craig eitt slag í munnin, soleiðis at blóðið stóð úr munninum og tenn brotnaðu, skrivar bt.dk.
Tannlækni varð boðsendur úr London, at gera honum krúnur á brotnaðu tennirnar. Keldan hjá blaðnum sigur, at Craig nú brúkar tannverju, tá hann berjist.