- Tað er sera týdningarmikið, at eitt tílíkt tiltak verður hildið í Danmark, so vit ikki vera heilt avskorðin frá tí, sum hendir í Føroyum. Men eg haldi, at tað er spell, at tað ikki var møguleiki fyri at seta munnligar spurningar - tað er sera óføroyskt. Fundurin bleiv tannleysur og ófarligur, tí vit ikki fingu subjektivitetin inn við spurningum frá áhoyrarum, sum kunnu geva politikarunum aðrar avbjóðingar. Eg haldi, at Beinta kláraði seg sera væl, og um tú spyrt hvør vann, sigi eg Høgni. Jóannes Ejdesgaard var alt ov teknokratiskur og gráur.










