Tannlæknar hava góðar dagar

Milliónayvirskot og stórt vinningsbýti ár um ár. Tað vísa roknskapir, hjá nøkrum tannlæknum.

Milliónayvirskot og stórt vinningsbýti ár um ár. Tað vísa roknskapir, hjá nøkrum tannlæknum.

 

Roknskapir hjá tannlæknum vísa, at tað gevur góða inntøku umvæla tenn.

 

Sp/F Ísak Thomasen, Tannlækni, hevði í fjør eitt yvirskot upp á 2,26 milliónir krónur. Tað er eftir ein bruttovinning upp á 2,3 milliónir og lønarútreiðslur upp á 900.000 krónur. Felagið hevði eitt fólk í starvi og rindaði einki vinningsbýti í fjør. Eginognin hjá Sp/F Ísak Thomasen er 4,46 milliónir krónur. Seinastu átta árini hevur Sp/F Ísak Thomasen rindað fimm milliónir krónur í vinningsbýti.

 

Sp/F Marnar Gaard, tannlækni, hevði eisini eitt gott ár í fjør. Yvirskotið var 1,76 milliónir krónur. Bruttovinningurin hjá honum var  góðar tvær milliónir krónur. Eginognin hjá honum er 3,8 milliónir krónur, og eigarin hevur í fjør tikið 500.000 krónur út í vinningsbýti. Seinastu 10 áini hevur felagið goldið 3,5 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

Sp/F Regin Eikholm Tannlækni hevði í fjør eitt yvirskot upp á 2,8 milliónir krónur. Hjá hesum felagnum var bruttoúrslitið 4,15 milliónir krónur, og eginognin er 5,6 milliónir krónur. Meðan lønarútreiðslurnar hava verið góðar 600.000 krónur, so hevur felagið goldið sínum partaeigarum 1,5 milliónir krónur í vinningsbýti. Seinastu sjey árini hevur Sp/F Regin Eikholm Tannlækni rindað sínum partaeigara 7,7 milliónir krónur í vinningsbýti. Sama tíðarskeið hevur felagið rindað 8,9 krónur í lønum.

 

Íløgurnar í hesi trý tannlæknafelagnum mugu sigast hava verið góðar. Umframt løn, so hava hesi trý felag tilsamans goldið sínum eigarum góðar 16 milliónir krónur í vinningsbýti seinastu 10 árini.