Tannlæknastovan veitir sólorku

48 sólplátur eru lagdar á suðurvenda takið á Tannlæknamiðstøðini. Tær fylla 80 m2 av takinum og kunnu í góðari sól framleiða 12 kW av el beinleiðis inn á elnetið hjá SEV.

 

Til ber at fylgja við framleiðsluni á netinum, sí www.evishine.com/tonn og á fartelefonini við at downloada appina eviShine. Tá ið tú koyrir hana fyrstu ferð skalt tú skriva loyniorðið: “tonn”.

 

Framleiðslan higartil í ár hevur verið 401 kWh, býtt á 59 kWh í januar, 176 kWh í februar og 166 kWh higartil í mars.

 

Vinnuháskúlin hevur í mong ár havt eina sólorkuskipan á skúlanum undir Krákugjógv í Havn. Royndirnar frá hesi skipanini vísa, at mest fæst burtur úr slíkum skipanum í mai og juni mánað. Framleiðslan um heystið er á leið tann sama sum um várið, meðan heilt lítið fæst burtur úr frá oktobur til februr mánað.