Tannáringur tikin fyri herverk

Hann var so ólátaður ímóti løgreglufólkunum, at tey tóku hann


Klokkan hálvgum trý í nátt tók løgreglan í Havn ein 15-16 ára gamlan drong fyri at hava framt herverk á ein bil.

 

Hann vildi sleppa upp í ein bil, men tá ið bilførarin ikki vildi vita av tí blaðunga dreinginum, gjørdi hann ikki mætari enn at hann breyt framrútin á bilinum.

 

Hann helt til beins, men bilførarin meldaði hann og løgreglan fekk fatur á honum at kalla beinanvegin.

Men hann var so ólátaður ímóti løgregluni, at tey tóku hann og førdu hann á støðina.

 

Av tí, at hann var so ungur, vórðu barnaverndin og foreldrini boðsend. Hann varð avhoyrdur og síðani leyslatin aftur, men hann skal vænta sær endurgjaldskrav fyri tann brotna rútin.