Tann vakri fótbólturin vann

Oddagrein

Heimsins størsta ítróttarkapping gongur móti endanum. Heimsmeistaraskapið í fótbólti verður hildið í Suðurafrika, og um vikuskiftið skulu tey bestu í kappingini finnast. Farna mánaðin hava milliónir og aftur milliónir av fólki kring allan heimin fylgt við dystunum, sum hava verið spældir har suðuri á jarðarklótuni. Ttað hevur verið drama fyri allar pengarnar – og fótbóltsligt undirhald fyri vekslipengarnar.


Tað eru nógvir vinnarar og taparar í eini slíkari kapping. Ein vinnari er landið Suðurafrika, sum hevur verið so nógv ígjøgnum, men fekk møguleikan at hýsa kappingini, og sum hevur lyft hesa uppgávu væl og virðilig. Europearar hava hildið fyri oyruni, tí afrikanarar blása í horn, tá ið teir hyggja eftir fótbólti, men tað hevur ikki nervað meira enn óneyðugt, og eftir at fleiri sjónvarpsrásir funnu fram snildir at dempa ljóðið av vuvuzelunum, hevur sjónvarpsfótbólturin ljóðað sum vanligt.


Hetta er ikki tað besta fótbóltsliga endaspælið, sum hevur verið. Nógv av londunum spældu so varisligan og verjukendan fótbólt, at tað oyðilegði dystirnar og undirhaldið. Og so vóru tað tey stóru londini, sum vildu so nógv, men mengaðu so lítið. Fraklendingar gjørdu sær fyri skommum, eingilsmenninir vórðu útstillaðir, og italiumenn niðurspældu seg sjálvar.


Nú tey fýrsta bestu standa eftir og skulu spæla avgerandi dystirnar, er tað at fegnast um, at hetta eru lond, sum hava staðið fyri tí positiva fótbóltinum í hesi kappingini. Týski maskinfótbólturin er dagførdur, teir úr Uruguay hava spælt nakrar sera undirhaldandi og dramatiskar dystir, niðurlendingarnar eru framvegis góð umboð fyri totalfótbóltin, og so eru tað teir fantastisku spaniólarnir, sum spæla besta fótbóltin í heiminum í løtuni.


Sunnukvøldið verður heimsmeistarin funnin, og tað verður eitt land, sum ikki hevur roynt hetta áður, og hvat hava Spania og Holland ikki uppiborið hendan heiðurin. Bæði um vit hugsa søguliga og um júst hesa kappingina. Líkamikið, hvør vinnur finaluna, fáa vit ein verdugan heimsmeistara, sum umboðar tann álopssinnnaða og positiva fótbóltin. Og tað er at fegnast um, at londini við tí vakra fótbóltinum standa eftir sum stóru sigursharrarnir í einum smákeðiligum endaspæli.