Tann vakrasta

Tað kann væl vera, at Leryn Franco úr Paraguay ikki gjørdist meira enn nummar 51 av teimum 52 kvinnunum, sum royndu seg í spjótkasti á olympisku leikunum. Men hóast hetta, so vann hon eisini ein serligan heiður. Leryn Franco er nevnliga kosin sum tann av øllum olympisku íðkarunum, sum sær best út. So næstu ferð verður olympiska motto’ið kanska víðkað til at tað ræður ikki um at vinna, men um at taka lut – og rigga væl!