Leygardagin 7. mars skuldi eftir ætlan stórkapping í rútmiskum fimleiki verið í ítróttarhøllini í Trongisvági, men ringa veðrið hevði við sær, at kappingin varð útsett. Í staðin verður stórkappingin í dag í ítróttarhøllini á Hálsi.
Fimleikafeløgini, ið eru við, eru TF, HF, Fok, Ljósið og Støkk. Harumframt verður dreingjalandsliðið og eitt reiðskapslið frá Ljósinum við sum gestalið.
Hetta er fyrstu ferð, at Fok er við í eini stórkapping.
Hjá pinkum og smágentum eru fimm lið, sum skulu kappast móti hvørjumøðrum. Í kappingini hjá gentum luttaka trý lið.
Hjá kvinnunum er støðan tann, at bert Ljósið er við. Vegna manglandi leiðarar og íðkarar er einki annað lið við.
Í ár verður givið gull, silvur og bronsa til nummar eitt, tvey og trý.
Hini árini hevur tað bert verið nummar eitt, sum hevur fingið gull. Broytingin er gjørd av tí, at vit bert hava eina kapping um árið innan rútmiskan fimleik.
Tað er eisini nýtt, at smágenturnar í ár umframt rútmiska fimleikin eisini fáa eitt bundið amboð í kappingini. Annars koyrir føroyski fimleikurin eftir somu reglum sum donsku Grand Prix-kappingarnar, men reglan við bundna amboðinum til smágenturnar er serføroysk.
Ætlanin við hesum er, at smágenturnar fyrr skulu venja seg við amboðsfimleik.
Byrjað verður klokkan 15.00, tá Haraldur Kjeld setir kappingina, sum væntandi endar umleið klokkan 18.00.
Annars hevur Fimleikasambandið skipað fyri dómaraskeiðum í ár. Tað hava verið tær tríggjar Eva Mortensen, Beinta Danielsen og Katrin Andersen, sum hava verið instruktørar.