Høgni Hoydal
John Johannesen, tingmaður, hevur tikið mær tað illa upp, at eg havi víst á tær ókeypis markeringarnar og hykklið, ið mynda føroyskan politikk í løtuni. Hann hevur tí skrivað eina almenna grein um undirritaða og Tjóðveldisflokkin. Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí hon er sera avdúkandi – fyri avsendaran.
Hóast eg bert havi staðfest politiskar veruleikar, ið eru alment kendir, so svarar hann aftur við einum rasandi persónligum álopi á undirritaða og Tjóðveldisflokkin. Tað eru vit so von við. Ikki gongur dagur í tinginum, har vit vísa á uppskot ella finnast at førda politikkinum, uttan at tað elvir til útspillingar av Tjóðveldisflokkinum. Um hvat, hann hevur gjørt ella ikki gjørt seinastu 60 árini. Hesar bíligi undanførslur kunnu sjálvsagt allir politikarar føra fram móti hvørjum øðrum ad finitum – í tað óendaliga. Tað er ongin kunstur, men tað tænir ongum endamáli uttan at kasta ábyrgd frá sær og skúgva alla sakliga viðgerð til viks. At yngsti politikarin á løgtingi fer í hetta sama kórið, sum eitt nú Hendrik Old og Marjus Dam syngja í hvønn tingdag, er sjálvsagt eitt ómetaligt vónbrot fyri okkum.
Men vit raka ikki veruliga botn, fyrr enn politikarar byrja at sleingja ósannindi og fordómar eftir hvørjum øðrum, tá teir eru kroystir. Tað ringasta er, at hesin framferðarháttur verður brúktur eins og í skúlagarðinum. Kennir onkur seg kroystan í sínum egna flokki og hevur fingið ilt í sínar floks- og samgongufelagar, so kann hann altíð leypa á tann, sum leiðararnir eru samdir um at happa. Tá fær hann aftur herðaklapp frá leiðarunum í skúlagarðinum og sleppur kanska aftur upp í part fyri eina tíð.
Greinin hjá John Johannesen er tíverri enn eitt talandi dømi um hetta. Hon er bygd á ósannindi í øllum lutum. Hann afturvísir ongum av teimum atfinningum, ið undirritaði hevur ført fram, men velur skúlagarðsloysnina:
John Johannesen heldur uppá, at undirritaði skal hava givið honum ábyrgdina fyri at 34.452 sivilfólk eru dripin í Irak. Tað er ósatt, sum ein og hvør kann kunna seg um við at lesa mína grein.
Hann sleingir út, at Tjóðveldisflokkurin skal hava góðtikið flúgving í føroyskum loftrúmi í sambandi við “eitt náðileyst álop á Irak” í oktober 2002. Hetta er ósatt. Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð tikið undir við at geva loyvi til henda flutning. Annars byrjaði Irak-kríggið ikki fyrr enn í mars 2003 – og áðrenn tað hevði Tjóðveldisflokkurin tikið stig til eina løgtingssamtykt ímóti Irak-krígnum, sum eisini javnaðarflokkurin tok undir við.
Hann leggur undirritaða undir sum landsstýrismaður at hava verið uppi í avgerðum um loyvi til flutning í føroyskum loftrúmi. Sigur enntá, at undirritaði skal hava “sitið við endan”. Tað eru rein ósannindi. Tað eru bert løgmaður og uttanlandsnevnd, ið viðgera slíkar spurningar. Og øll ráðførsla er í trúnaði teirra millum. Men sjálvandi – tað er jú lættari at leypa á undirritaða enn á sínar egnu samgongufelagar. Við hesum logikki kundi Tjóðveldisflokkurin brúkt orkuna uppá at spilt Bjørn Kalsø út fyri trúnaðarráðførslur hjá løgmanni í dag.
At enda leggur John Johannesen undirritaða undir ikki at vilja samstarva á vinstraveinginum, og leggur Tjóðveldisflokkin undir at “kasta saman við teimum borgarligu”(!). Hetta lati eg standa eina løtu, meðan vit hugsa um, hvør situr í samgongu løtuni og tann politikk, ið verður førdur.