Tann umvenda verð

KÍ hevur óvæntað lagt seg í oddin, meðan ÍF eins óvæntað er at finna í niðaru hálvu

 

ÍF-KÍ 1-2 (0-2)


2. deild


Somikið óvæntað er støðan í aðru deild, nú fýra umfør eru farin aftur um bak.

KÍ hevur í mong ár livað eina trupla tilveru í aðru deild, har tað ofta hevur staðið á at manna lið. Í ár mundi støðan ikki síggja betri út, tá tað varð greitt, at fremsta liðnum tørvaði fólk, men higartil hava næstbestu klaksvíkingarnir tikið øll á bóli.

Tað sama kann sigast um ÍF, men her hava teir yvirraskað skeivan vegin. Fáur mundi undan kappingarárinum ivast í, at ÍF fór at verða við í oddinum, men higar til hevur hetta so verið av ongum.


ÍF hevði spælið

Tá hetta er sagt, skal eisini leggjast afturat, at um tað í fótbólti var avgerandi, hvat lið hevði bóltin meira, so vann ÍF stórsigur á KÍ. Klaksvíkingar komu til Fuglafjarðar við kontrafótbólti í kvittanunum, og hetta gav eisini bonus.

Í báðum førum var tað Olgar Danielsen, sum stóð fyri málinum, og bæði tvey vóru dømi um, at at veteranurin ikki skal hava serliga leysar teymar, fyri at gera seg galdandi.

Fyrst viðførdi verjumistak, at Olgar gjørdist leysur við málverjanum, og í seinna førinum stóð hann púra leysur við hornaspark, og so hevði KÍ vunnið sær eina óvæntaða tvey mála leiðslu.


ÍF trýstið

Annars vóru tað fuglfirðingar, sum trýstu, men løn fingu teir ikki. Ikki annað enn troystarmálið, sum Heini Heinason skallaði miðskeiðis í seinna umfarinum.

Fuglfirðingar høvdu eisini hópin av øðrum møguleikum, men líka mikið hvussu teir royndu, so fekst bólturin ikki í málið.

Við sigrinum komu klaksvíkingar heilt í oddin, har teir eru ájavnir við Skála og B36, meðan í løtuni er at finna á sjeynda plássinum. Munurin millum liðini er tó lítil, og tí kann alt enn henda, men skal talan gerast um beinleiðis uppflytan, skulu ÍF helst skjótt fara at gera um seg.


ÍF-KÍ 1-2 (0-2)

0-1: Olgar Danielsen

0-2: Olgar Danielsen

1-2: horna Heini Heinason