- Tann sum vil hava ávirkan má vinna

Nývaldi formaðurin í Sambandsflokkinum setur høg krøv til flokkin.

 

- Eyðmýkt er grundarlagið undir øllum dygdum.


Við hesum orðunum byrjaði Bárður á Stein Nielsen sína formanstíð sum formaður fyri Føroya elsta flokki, Sambandsflokkin, aftaná at hann varð valdur til formann uttan nakað mótvalevni á eykalandsfundinum hjá flokkinum.


Hóast byrjanin av røðuni var merkt av eyðmjúkleika, so setti nývaldi leiðarin skjótt nøkur høg mál.


- Sum eg síggi tað, eiga okkara visjónir og politikkur fyri land og fólk at bera í sær, at Sambandsflokkurin er størsti flokkur í Føroyum.


- Málið er tí, at vit vinna komandi Fólkatings- og Løgtingsval. Tann, sum vil hava ávirkan, má vinna.


At tað ber til at vinna veljaran aftur, var Bárður á Steig Nielsen ikki í iva um.


- Sambandsflokkurin bjóðar alt tað, ið nútímans heimsborgarin í dag spyr eftir. Eina góða javnvág millum vinnumøguleikar, trivnað og vælferð í einum felagsskapi, har ið øll eru vinnarar.


Men hóast formaðurin er nýggjur, so er tað tann gamli og kendi sambandsretorrikurin, ið skal vinna valdið aftur.


- Við Ríkisfelagsskapinum skulu vit tryggja Føroysku tjóðini veruligt frælsi, so fólkið, ið her býr, trívist og hevur størsta møguliga persónliga frælsið.


- Borgarin – børn og vaksin – skulu hava allar møguleikar, sum eitt nútíðar samfelag hevur at bjóða. Vit fara ikki at isolera okkum í norðurhøvum – og vit fara ongantíð uppá kompromis við vælferðina.


Sosiala stevnan hjá flokkinum varð eisini nevnd, og eins og teir báðir fyrrverandi løgmenninir, ið vóru til staðar, Kaj Leo Holm Johannesen og Edmund Joensen, so mangan hava gjørt, so legði nývaldi formaðurin dent á, at vælferðin í Føroyum skal vera á hædd við hana í Danmark.


- Við sosialu stevnuni vil Sambandsflokkurin, at vælferðin er á norðurlendskum stigi, og tað merkir í heimsflokki. Øll – uttan undantak – skulu hava líka atgongd til vælferðartænastur – og so er tað líka mikið, hvussu nógv ella lítið fólk forvinna. Og hond skal takast um veiku bólkarnar í samfelagnum.


- Vit skulu tryggja, at vælferðin í Føroyum eru á hædd við hana í Danmark. Tað skulu vit tora at siga opið og erliga, tí tað er okkara rættur.