Tann, sum ongantíð vinnur, vann kortini

?Eg vinni ongantíð?, helt Bent Berg fyri, tá ið Køksmiðstøðin ringdi til hansara og segði, at hann hevði vunnið eina ferð fyri tvey vaksin og tvey børn til Hotel Legoland.
<DPTAB>    Familian, sum vann ferðina hjá HTH, var fyri eldsbruna beint fyri jól í fjør. Tey høvdu júst pyntað til jólar, tá ið eldur kom í húsini og alt brendi.

Vinningur

Í samband við, at HTH fylti 25 ár, og Køksmiðstøðin læt upp stóra íbyrtandi nýggja framsýning, varð skipað fyri kapping um eina vikuskiftisferð við uppihaldi fyri tvey vaksin og tvey børn á Hotel Legoland í Danmark.
Á Køksmiðstøðini siga tey, at handilin varð nógv vitjaður, meðan kappingin fór fram. Fyri at luttaka í hesi kapping, sum var ein sonevnd spurnarkapping, skuldi tú fylla út eitt spurnarblað um ymiskt viðvíkjandi keypi og køkum.
- Nógv fólk nýttu høvi at fylla út spurnarblaðið, og tá ið tíðin var
úti, kom Henrik Winther, útflutningsleiðari hjá HTH í Danmark, upp til Føroya at draga vinningin, sigur Rakul Guðjónsson.
Nakað av fólki hevði leitað sær niðan í handilin hendan dagin, drigið varð. Niklas Joensen, sum starvast hjá Rasmussen & Weihe, var við fyri at tryggja, at alt fór rætt framm.


Bent vann ferðina

Tá ið úrslitið av kappingini fyrilá, vísti tað seg, at hepni vinnarin gjørdist Bent Berg í Havn.
- Fyrst ringdu vit til hansara og avtalaðu at koma oman í
Sornhúsgøtu 6 við vinnara diplominum. Bent gjørdist, sum vera man, sera bilsin, tí, sum hann segði: ?Eg vinni ongantíð??
- Bent trúði næstan ikki sínum egnu oyrum, sigur Rakul og heldur
fram:
- Hann segði seg hava fylt spurnarblaði út til stuttleika, tá ið tey
vóru til morgunbuffet í Køksmiðstøðini, tá ið nýggja framsýningin læt upp.
Men satt var; Bent gjørdist tann hepni vinnarin av hesi ferðini fyri tvey vaksin og tvey børn til Hotel Legoland.


Húsini brendu

Bent og konan, hann livir saman við, Maud, vóru so óheppin í desember síðsta ár, at eldur kom í húsini beint fyri jól, tá ið alt var pyntað til jólar. Húsini fórust øll av eldsbrunanum, og alt mátti byggjast upp av nýggjum. Hetta hevur verið strævið og hevur tikið nógva tíð. Tey eru nústaðni flutt innaftur í húsini at búgva.
- Familjan var sera blíð, tá ið Køksmiðstøðin kom á vitjan. Tey
bjóðaðu kaffi, og áhugavert var at síggja ?nýggju? húsini, sigur Rakul.
Bent og Maud hava køk á loftinum og í kjallaranum, og hetta eru køkar, tey hava keypt frá Køksmiðstøðini, haðani tey eisini hava keypt annað innbúgv, eitt nú klædnaskáp.
- Vit halda, at tað var fantastiska stuttligt, at júst Bent Berg skuldi
vinna ferðina til Hotel Legoland, sigur Rakul Guðjónsson á Køksmiðstøðini.