Gistingarmøguleikar á landi eru ein stór forðing fyri at ferðavinnan í Føroyum kann veksa. Tað segði Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line í kjaki á Rás2 um ferðavinnu. Guðrið Højgaard stjóri í Ferðaráðnum, sigur, at málið hevur verið, at ferðavinnan skal ein høvuðspartur í føroyskum vinnulívi. Og hon ivast heldur ikki í, at tað ber til, tí vit hava ómetaliga stórar vakstrarmøguleikar.
Men ein fyrimunur við eini veksandi ferðavinnu, er, at tað fer at gera Føroyar til eitt áhugaverdari land at búgva í, tí hon skapar nógv áhugaverd størv, eisini skapandi størv, sum annars ikki eru at fáa í Føroyum.
Samstundis kastar ferðavinnan eisini nógv annað virksemi av sær, handilsmøguleikar, útferðarmøguleikar o.s.fr. og eisini tað ger Føroyar til eitt áhugaverdari land at búgva í.
Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line, sigur, at gistingarmøguleikarnir á landi í Føroyum er ein alvorligur fløskuhálsur, tá ið vit tosa um at menna ferðavinnuna.
- Vit hava góð hotell og gistingarhús og góðar matstovur. Men vit hava ikki nóg nógv seingjarpláss. Vit hava ikki nokk av summarhúsum til leigu. Vit hava einstøk summarhús her og har, men onki fullfíggjað yvirlit á einum staði. Og vit hava heldur ongar deplar at bjóða ferðafólki.
Henny á Líknargøtu sigur, at hetta eru viðurskifti, bøtast má um, áðrenn tað ber til at økja ferðafólkastreymin til Føroyar nakað munandi. Hon vísir á, at í høvustaðarøkinum eru eini 300 seingjapláss á hotellum og gistingarhúsum. Norrøna tekur 1200 ferðafólk, so við einum túri kunnu vit fylla øll gistingarhúsini fýra ferðir. - Støðan er í veruleikanum tann, at er ein ráðstevna í Føroyum, ber ikki til at selja Føroyar, so einfalt er tað, sigur hon.. Sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line sigur, at áhugin fyri Føroyum økist og í ár hevur Norrøna flutt eini 108.000 ferðafólk.
Annars sigur hon, at síðani 2002 er ferðafólkatalið til Føroya lítið og einki vaksið. Men í Íslandi hevur ferðavinnan gjørt eitt satt skarvslop hesi seinastu árini, tí í 2000 vóru 300.000 útlendsk ferðafólk í Íslandi, men longu í ár verða tað ein heil millión útlendsk ferðafólk í Íslandi.
|










