Tann sterki búskapurin?

Stemmukassarnir vóru ikki meiri enn beindir burtur fyri hesu ferð, tá vit frættu skelkandi boð úr Fíggjarmálaráðnum. Tríggjar dagar eftir valið fáa vit at vita, at inntøkumetingarnar fyri næsta ár eru 200 milliónir lægri, enn sagt var í fíggjarlógaruppskotinum, ið ikki er meiri enn nakrar mánaðar gamalt. Hvat er hetta? Hví var hetta ikki almannakunngjørt áðrenn valið? Hvussu bleiv við føstu búskparstýringini? Hetta merkir jú, at fíggjarlógaruppskotið hjá Karsten Hansen fyri 2004 longu nú gevur eitt risahall. Hví kom hetta ikki út áðrenn valið?

At skattainntøkurnar lækka, hevur verið ávarað um leingi. Andstøðan hevur víst á hetta, men hevur verið kveistrað til viks við veruleikafjarum frasum sum, at ongantíð áður hevur føroyski búskapurin verið so væl fyri sum nú. Eitt er politisk tokutala, men tað kann undra, hví serfrøðin, ið situr næst landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ikki hevur rópt varskó, tá alt ov høgu inntøkumetingarnar vóru lagdar fram seinasta heyst. Einki er vorðið radikalt øðrvísi síðani tá. Skriftin stóð longu týðiliga á vegginum. Tað sigur seg sjálvt, at tá útflutningurin av alifiski fer niðurum 10 túsund tons um árið innan stutta tíð, so minka skattainntøkurnar í stórum. Eingin rakettvísund skal til fyri at síggja hetta.

Valstríðið hjá Tjóðveldisflokkinum snúði seg fyri ein stóran part um, hvussu væl hevur verið stýrt fíggjarliga, og hvussu væl landskassin er fyri. Hetta settu aðrir flokkar spurnartekin við og vístu á, hvussu almennu útreiðslurnar hava víst ein ótálmaðan vøkstur seinastu árini, vegna ov veika stýring, har fíggjarmálaráðharrin hevur verið harður, har tað hevur verið óneyðugt, og alt ov passivur, har uppstramming var fyri neyðuni. Almennu umsitingarútreiðslurnar vuksu ov skjótt, meðan skorið var niðast í pyramiduni. Heldur eingi fyrivarni hava verið tikin fyri krepputeknum í vinnuni, ið sjálvsagt koma at ávirka inntøkur landskassans.

Úrslitið síggja vit í dag við einari meting frá Fíggjarmálaráðnum, ið vísir 200 milliónir minni í mettum skattainntøkum fyri 2004. Hetta er støðan 3 dagar eftir valið. Hvussu verður støðan 333 dagar eftir valið? Hvussu fara arbeiðsloysistølini at síggja út hetta árið? Tey fara neyvan at vísa eina pena mynd.

Hetta er ikki svartskygni, men bert ein realistisk metan av framtíðarútlitunum. Komandi samgonga, óansæð hvør hon verður, kemur ikki at fáa ein dans á rósum. Støðan líkist keðiliga nógv støðuni í 1988, har ein annar populerur fíggjarmálaráðharri hjá Tjóðveldisflokkinum lat ein landskassa, ið skuldi vera á tremur, frá sær. Veruleikin vísti seg skjótt at verða ein annar. Í dag hava vit eina 2004 fíggjarlóg, ið 3 dagar eftir valið fór 200 milliónir eftir hæli. Vit mugu bara vóna, at søgan við tjóðveldisfíggjarmálaráðharranum við fullum landskassa ikki endurtekur seg.