Tann størsti í søguni

Hóast hann – eins og Roger Fedrer – hevur vunnið 14 Grand Slam-kappingar í tennis, so staðfesti Pete Sampras sunnukvøldið, at Roger Federer er besti spælarin í tennis-søguni. – Eg vann ongan tíð í Paris. Tað hevur Federer nú gjørt, so eftir míni meting er hann tann størsti nakrantíð, segði Pete Sampras, tá sigurin hjá Federer var veruleiki. Federer hevur umframt sigurin í gjár vunnið tríggjar Australian Open, fimm Wimbledon og 5 US-Open.