OL
Tað var ein útlúgvaður, men fegin Michael Phelps, sum tók ímóti sínum áttanda gullmerki á summarleikunum í Beijing. Phelps og liðfelagarnir vunnu kappingina í 4 x 100 metrar blandaðari svimjing. Talan gjørdist aftur um heimsmet. Vinnaratíðin hjá USA var 3:29:34. T
á landsmaðurin, Mark Spitz vann 7 gullheiðursmerki í svimjing, á summarleikunum í München í 1972, tá vóru tað mong, sum høvdu á munni, at slíkt fór neyvan at henda aftur. Í Athen í 2004 var nær við, at Michael Phelps javnaði metið hjá Spitz, men hann gjørdist ov stuttur. Við OL í 2004 vann Michael Phelps 6 gull, og 2 bronsu. Fáur trúði, at Phelps fór at røkka teimum 8 gullmerkjunum, men Phelps hevur gjørt øllum til skammar, og stendur hann nú, sum aldarinnar ítróttarmaður, og kanska størsti ítróttarmaður í olympisku søguni.
Mark Spitz var ikki til staðar, tá Phelps koppaði metið hjá honum, men Spitz hevur nógv góð orð og rós til tann unga landsmannin.