Tann stóri munurin

Hetta vil samgongan:

Samgongan vil minka um ríkisstuðulin við fyrst at loysa ? t.v.s. taka Føroyar úr ríkinum.

Men hóast vit tá vera uttan fyri danska ríki, krevur samgongan kortini, at danir skulu gjalda okkum ríkisstuðul í eini skiftistíð, sum helst skal vera so long, sum gjørligt.

Samgongan krevur sostatt, at hon einsamøll, á øllum økjum, skal valda, meðan danir bert skulu gjalda, og annars tiga. Teir skulu als ikki hava nakað at siga á teimum økjum, sum teir gjalda fyri.

Slíkar ætlanir eru olmussupolitikkur, tá ið hann er bestur.

Hetta vilja Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin:

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja heldur gera neyðugar broytingarnar í verandi ríki, soleiðis at ríkisstuðulin minkar í góðum samsvari við øktari menning her heima.

Ein slík stuðulsbroyting, sum er ein fylgja av framhaldandi menning av okkara sjálvberandi figgjarorku, er ein nógv greiðari, tryggari og eisini ein meira sømulig skipan, sum hevur breiða undirtøku millum føroyingar og danir.


Óneyðugt at loysa

Eg taki fult undir við uppskotinum, sum Eilif Samuelsen fyrr hevur nevnt í pressuni, um longu í ár, at yvirtaka og gjalda alt skúlaverkið.

Henda yvirtøka kann gerast við eini skiftistíð, sum vit sjálvi áseta, og neyðugt verður ikki at loysa úr ríkisfelagsskapinum, fyri at fremja hana.


Tórshavn 20. mars 2000

Trygvi F. Guttesen